Teitur millum stjørnur á DR

Danish Music Awards verður sent beinleiðis á DR leygarkvøldið. Teitur Lassen er í uppskoti til besta sangara

Talan er um stóra gallatiltakið, sum Danmarks Radio skipar fyri í eini ætlandi fullsettari KB-høll, har rúm er fyri 2.000 áhoyrarum.

Millum nøvnini á listanum yvir tey, sum kunnu verða heiðrað, eru eitt nú Thomas Helmig, Kim Larsen, Nephew, Johnny Cash og so føroyski Teitur Lassen.

Teitur er í uppskoti at fáa heiðurin sum besti sangarin, og kappast hann her við Veto, Thomas Helmig, Nephew og Mikael Simpson.

Showið, sum verður sent beinleiðis á DR1, byrjar leygardagin kl. 19. SvF samsendir eisini frá tiltakinum.