Teitur Magnusson: havi onga forkláring

Teitur Magnusson hjá Neistanum hevur onga forkláring uppá hví tað gekk so illa hjá Neistanum í 22-29 tapinum ímóti Kyndli í dag. Serliga sæð í ljósinum av sigrinum hjá neistamonnum á útivølli ímóti StÍF og VÌF tey undanfarnu umførini.

 

Ludvík Súnason hjá Kyndli fegnast hinvegin um, at hann og hansara liðfelagar hava meldað seg inn aftur í FM-stríðið.

 

Tað ber til at hoyra prátið Rás2 gjørdi við Teit Magnusson og Ludvík Súnason undir greinini.