TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Teit Joensen hjá KÍF, aftaná Teitur Joensen og liðfelagarnir høvdu tapt 21-22 (11-11) ímóti StÍF á Skála fyrr í kvøld.
Teitur Joensen er sera avgjørdur, og hann avskrivar møguleikan fyri, at KÍF kann røkka FM finaluni í ár, sjálvt um KÍF skuldi vunnið á VÍF í Kollafirði 13. apríl. Teitur Joensen staðfestir, at VÍF er innanhýsis væl betur, og teir í KÍF mugu vinna við 12 málum fyri at fara framum VÍF. Teitur Joensen er heldur ikki bjartskygdur um dystin KÍF hevur ímóti H71 seinasta leikumfarið í grundspælinum, samstundis, sum VÍF hevur heimadyst ímóti Neistanum.
Teitur Joensen slær kortini fast, at teir í KÍF fara at gera sítt ítarsta teir báðar dystirnar teir hava eftir at spæla, men tað verður uttan tær stóru vónirnar um nakað FM finalupláss.
Støðan í FTZ deildini :