Teitur letur Tivoli upp

Fyrsta konsertin á Freadagsrock í Tivoli í ár verður við Teiti Lassen Tað verður roknað sum ein serligur heiður heiður at sleppa at hava fyrstu konsertina í Tivoli. Konsertin verður í annakvøld.

Tivoli sigur í síni umrøðu av føroyska sangaranum, at Teitur seinastu árini hevur hugtikið áhoyrarar og ummælarar við sínum framúr góðu framførslum, har hansara rødd er í miðdeplinum.