Teitur leggur gittaran frá sær

Minni gittar og klaver, fleiri strúkarar og blásarar vera á nýggju fløguni hjá Teiti Sum áður nevnt, er Teitur nú á Gotandi, har hann er við at innspæla sína nýggju fløgu. Hon væntast úti í februar. Gaffa.dk skrivar, at talan er um eina meiri eksperimenterandi fløgu enn tær fyrru. Sangirnir eru meiri kompleksir og melodistemmurnar eru meiri avanseraðar. Eisini brúkar Teitur skeivar taktartir, smáar innlagdar pausir og detaljirík blási- og strúkiarrangementir og massar av kóri.