Sjónbandalagið hjá Teiti kappaðist í síðstu viku í sendingini The Freshmen á MTVU, í kappingini gjørdist Teitur ov stuttur, tað gjørdist Bill Madden, ið vann við lagnum Gone, og fær sostatt lagið í rotation á MTV.
Skotsmálini til lagið hjá Teiti og til Teit sjálvan vóru sera ymisk. Verturin í The Freshmen, Kim hevði trý fólk afturat sær í sendihølinum. Shannon, James og Zoje. Shannon og James dámdu væl sjónbandalagið, og tosaðu um, at lagið var vakurt, um symbollikkin har okkurt verður handað víðari í gjøgnum alt sjónbandalagið. Eisini tosaðu tey, um at hetta var eitt lag, ið gjørdi tey heit innan, og at tað var deiligt og friðarligt. Vertinnan Kim, helt harafturímóti, at lagið var óáhugavert. Meðan James mest var irriteraður av útsjóndini hjá Teiti, ið fekk James at føla seg, sum um hann hevði forstoppilsi. Kim helt hann líkjast eitt sindur sjónleikaranum Steve Buscemi, bara á ein skeivan hátt, hetta gav James henni rætt í, og skírdi Teit fyri at vera ein ljótan Steve Buscemi.