Teitur konsert á DVD

Niels Uni Dam


Stóra konsertin hjá Teiti leygarkvøldið í Vega varð fest á sjónband. Upptøkurnar skulu brúkast á eini konsert DVD, sum væntandi verður útgivin í vár. Í næstum verður farið undir at hyggja upptøkurnar ígjøgnum. Síðan verður endalig avgerð tikin um, hvussu farast skal víðari við framleiðsluni.
Karmurin var frálíkur til upptøkuna. Hølini vóru á tremur av vælnøgdum áhoyrarum, sum klappaðu og sungu við, tá tað sømdi seg, men sum mest av øllum lurtaðu bergtikin. Hugnaligu hølini, ið plagdu at vera Folkets Hus, rúma út ímóti 1500 fólkum, og øll atgongumerkini vórðu seld.
Áðrenn Teitur fór á pallin, hitaðu svenski To-bias Frøberg og donsku Hush áhoyraranar væl upp. Konsertin var hugnalig og ótrúliga innilig, og sambandið millum áhoyr-arar og Teit var framúr.
Nakrir hundrað av áskoðarunum vóru føroyingar, men nógv teir flestu vóru danir, hetta staðfestir enn einaferð, at Teitur er vorðin eitt kent navn eisini uttan fyri Føroyar.
Les frásøgn úr Vega í mikudagsblaðnum.