Teitur Joensen: Enn er langt á mál

(Rás2) Hoyr samanumtøkuna Tróndur Arge og Teitur Joensen høvdu aftaná EM-undankappingardystin ímóti Svøríki

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samanumtøkuna, sum frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge og viðmerkjarin, Teitur Joensen høvdu aftaná EM-undankappingardystin millum Føroyar og Svøríki, sum Svøríki vann 33-15 (19-10).

 

Teitur Joensen heldur, at tað er gott, at Scott Harrington, landsliðsvenjari setir greitt orð á hvat tað er, sum manglar hjá føroyskum landsliðsspælarum í hondbólti.

 

Teitur Joensen ásannar, at tað er langt eftir á mál, og føroyskir hondbóltsspælarar, sum vilja lyfta seg á eitt hægri støðið mugu gera meir við at venja likamliga.

 

Ein gongd leið fyri landslið okkara er eisini, at vit fáa fleiri spælarar sum spæla uttanlands.