Teitur hevur vind í seglunum

Norska oljufelagið “Det norske oljeselskab” var herfyri millum feløgini, sum funnu størstu oljukelduna í heiminum í ár. Hetta hevur givið felagnum veruligt viðrák, og tað gleðir ikki minst havnarmanninum, Teit Poulsen, sum er í teirri hepnu støðu at vera fíggjarstjóri hjá felagnum.

Tað skrivar oljan.fo.

Teitur Poulsen er í løtuni ein av stóru yvirskriftunum í norskum oljumiðlum, tí hann við hegni og dugnaskapi hevur megnað at útvega sínum felag eitt lán uppá ikki minni enn 500 miljónir dollarar.

Teitur Poulsen sigur í eini viðmerking, at felag hansara er sera fegið um at hava fingið grønt ljós frá so týðandi fíggjarstovnum sum DNB, Nordea og SEB. Hetta lánið fer at tryggja útbygging av trimum oljukeldum, Jette, Atla og Krafla. Hesar útbygginar fara so aftur at gera felagið betri ført fyri at fara undir enn størri útbyggingar so sum Draupne og Aldous.

Teitur Poulsen, sum hevur útbúgving frá lærdum háskúla í Aberdeen, arbeiddi eitt skifti hjá Faroe Petroleum og fór síðani til Geneve at arbeiða hjá svenska oljufelagnum Lundin. Fyri tíð síðani varð hann settur sum fíggjarstjóri í norska oljufelagnum "Det Norske Oljeselskab", sum serstakliga við tí risastóra Aldous fundinum veruliga hevur fingið vind í seglini, skrivar oljan.fo.