Tað er mest sum proppur settur í málið hjá HB. Seks tær seinastu ferðirnar í landskappingini er Teitur Matras Gestsson bara einaferð farin í meskarnar eftir bóltinum. Tað var fyri tveimum vikum síðani, tá ið tað endaði 1-1 í Runavík.
Hinar fimm ferðirnar er einki mál farið ígjøgnum hjá HB – 6-0 ímóti ÍF, 0-0 ímóti B36, 3-0 ímóti TB, 5-0 ímóti AB og 3-0 á Skála.
Síðstu ferðirnar hevur Hørður H. Askham verið vongverji í høgru, meðan Jógvan Rói Davidsen hevur verið á beinkinum. Í gjár var hann í fyrra hálvleiki á næstbesta liðnum, sum vann 1-0 ímóti 07 Vestur. Í seinna hálvleiki var Dan í Soylu á HB liðnum í fyrstu deild.
Allir HB spælararnir eru tøkir. Eisini Símun Samuelsen sum hevur verið darvaður av skaða.
Hjá Víkingi hevur tað verið upp og niður. Síðsta sunnudag eydnaðist tað akkurát at vinna 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Tepri sigurin var eftir trý tap – ímóti KÍ, NSÍ og B36.
Støðutalvan sigur, at tað er av alstórum týdningi fyri møguleikan at vera við í kappingini um FM – bæði hjá HB og Víkingi – at vinna fulla úrtøku ídag. Bæði liðini eru seks stig frá B36 og toppinum.
Gunnar Vatnhamar, sum skoraði bæði málini hjá Víkingi ímóti EB/Strteymi, er leikbannaður. Miðverjin Vukasin Tomic er tøkur aftur eftir leikbann. Elias Lervig og Jákup Vatnhamar Olsen eru ivasamir. Teir eru báðir darvaðir av skaðum.