Á móttøku í hølunum hjá Steinprenti avdúkaði Listin Blog í gjár, at Teitur eigur ársins listarliga avrik.
Tað var í sambandi við útgávuna av bókinini Listin 2013, at Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen, ið standa aftan fyri Listin Blog kundu avdúka, at Teitur hevði vunnið heiðurin og listaverkið, ið Steinprent letur vinnaranum.
Í grundgevingini fyri, at Teitur vann, skrivar Listin Blog m.a. soleiðis:
“Heiðurslønin verður latin fyri framúrskarandi listarligt avrik, og ársins heiðurslønarmóttakari er ein listamaður, sum er egin og sum seinastu árini hevur sýnt serligt dirvi til at vera trúgvur móti sær sjálvum og sínum egnu listarligu hugsjónum. Við verkinum Story Music, sum hann gav út í heyst, er listamaðurin komin heim. Í ummæli á Listablogginum varð tónleikurin á útgávuni lýstur sum eitt slag av Velbastað World Music.”
Les alla grundgevingina og síggj fleiri myndir á leinkjuni niðanfyri.