Teitur handtikin í Berlin

Teitur Lassen er handtikin í Berlin fyri at hava málað graffiti runt um í býnum. - Vit høvdu hildið eina konsert í Berlin og eg fekk hug at gera eitt lítið ?innslag?. Tað er jú so nógv graffiti í Berlin og eg havi áður teknað, so eg fór út fyri at gera eina mynd, sigur hann við danska Ekstra Blaðið. ? Tað var bert ein mynd av einum føroyskum politikkara og okkurt um leysrívan frá Danmark. Knappliga kom løgreglan og handtók meg.

 

Eftir nakrar tímar slapp Teitur tó undan fongsulsrevsing við at gjalda 400 euro?ir.

 

Søgan sigur tó einki um hvør føroyski politikkari, talan er um.