Í kvøld verður síðsti parturin í hesari sesongini av "Toppen af Poppen" sendur, og nú er tað føroyski Teitur, sum er høvuðspersónurin. Hann skal sita borðendan, har hann skal hoyra hinar seks tónleikararnar tulka nakrar av sangunum hjá sær.
Í samrøðu við seinasta Vikuskiftis Sosial segði Teitur millum annað soleiðis:
- Sum heild kennist tað sum ein serlig løta, hvørja ferð onkur framførir, tí mann veit, at tað er sjáldsamt og einans gjørt til høvið.
Umframt at blíva tulkaður inniber tað at vera vertur eisini, at hann skal taka sær av hinum tónleikarunum gjøgnum dagin. Tað ger hann millum annað við at bjóða teimum føroyskan durasnaps, sum jú er føroysk siðvenja.
Eisini fortelur hann søguna um, tá sangur hansara "One and Only" var millimetrar frá at sleppa við í víðagitnu amerikansku sendirøðina "Friends". Talan er ikki um hvørja sum helst senu, men nokk ta mest eyðkendu senuna yvirhøvur - nevniliga tá Monica og Chandler giftast.
Hesar sangirnar skulu tey syngja:
Cæcilie Norby: Josephine
Medina: One and Only
Chief 1: Catherine The Waitress
Carl Emil Pedersen: Syner
Anders Blichfeldt: Looking For A Place
Kwamie Liv: The Singer
Toppen af Poppen fer í luftina á danska TV2 klokkan 19:00.