TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá sigursmálinum Skála skoraði ímóti KÍ, tá Skála á heimavølli vann 1-0 á KÍ.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við sigursmálskjúttan, Teitur R. Joensen.
Teitur R. Joensen stórfegnast um sigurin í dag sum hann tryggjaði Skála við einum góðum stútara aftaná gott upplegg frá Niels Paula B. Danielsen. Teitur R. Joensen heldur skemtandi fyri, at hann dugir ikki nógv annað enn at skalla bóltin.
Teitur R. Joensen viðgongur, at KÍ hevði nógv trýst og nógvar málmøguleikar, men hann heldur tó, at Skála og Brian Jacobsen høvdu tann størsta málmøguleikan, ið var misnýttur. Teitur heldur avgjørdur, at Brian eigur at bjóða "Lørdagspizza" aftaná næstu venjing aftaná stóra avbrennaran.
Fyrr í ár tapti Skála 1-3 ímóti KÍ norðuri í Klaksvík, og fyri Teit kendist tað væl at kunna hevna tað tapið í dag. Skála hevur annars fingið fýra av seks møguligum stigum ímóti KÍ á heimavølli í ár.
Samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við Páll Klettskarð hjá KÍ hoyrist HER