Tíðindaskriv
»Nýggja fløgan hjá Teiti, »Káta hornið«, osar av stemningi, spæligleði og yvirskoti, og er snøgt sagt besta føroyska fløgan, ið eg havi fingið latið upp í hendurnar at ummæla øll hesi árini sum fastur ummælari hjá Dimmalætting.« So greið vóru orðini hjá Una L. Hansen, tónleikaummælara hjá Dimmalætting, tá ið hann skuldi lýsa nýggju føroysku fløguna hjá Teiti, »Káta hornið«. 6 av 6 møguligum d'um fekk fløgan, og er tað eitt skotsmál, ið bara ein onnur útgáva hevur fingið undan Teiti, nevniliga »Longst sum best« savnsfløgan hjá Tinganest. Tískil er tað við gleði, at G! triðja árið á rað kann bjóða gestunum absolutta toppkremið á føroyska tónleikapallinum live – í ár á føroyskum.
G!-viðhaldsmaður
Teitur, ið er í holt við at pakka niður í London, nú hann flytir til Stokkhólm at búgva, viðgongur gjarna, at hann er G!-viðhaldsmaður.
- G! er ein fantastiskur festivalur, og tað er ein stór fragd fyri meg at kunna fylgja við í, hvussu festivalurin mennist ár eftir ár. Eg gleði meg altíð at koma á G! og fáa ein temunn og pannukøkur frá gøtufólki. Tað er ordiliga feitt, at tey eru so við upp á tað, og millum annað lata tónleikararnar hús teirra at búgv í. Tað skapar ein serligan stemning, ið tú ikki upplivir aðrastaðni. Tað er nakað serføroyskt yvir tí. Kanska er størsta aktivið hjá G!, at festivalurin liggur í Syðrugøtu, ið er so ómetaliga hugnalig og vøkur bygd, sigur Teitur úr London.
Teitur hevur upplivað flest allar útgávunar av G!, síðan festivalurin sá dagsins ljós í 2002. Tey fyrstu árini var hann vanligur gestur, meðan hann framførdi í 2005 og 2006.
- Fyrsta árið, ið G! festivalurin varð fyriskipaður, stimaðu vit inn í Kalbaksbátinum hjá okkum, fyri at hoyra MC Hár. Tá vit høvdu lagt bátin, undraðu vit okkum eitt sindur yvir, at eingin stóð og kravdi inn, so vit sluppu ókeypis á festival, greiðir Teitur læandi frá. Tað kemur tó eitt, ná, var tað tí, frá honum, tá ið hann frættir, at tunga innkrevjingar byrðan hetta árið lá á ungu herðunum hjá brøðrunum Jákupsson úr Gestum, Ólavi og Tórfinni. Teir eru jú ikki beinleiðis úr tí tilfari, inkasso-fólk eru gjørd av.
Kendur uttanlands
Teitur merkir eisini, at G! er við at blíva eitt navn, ið útlendingar kennast við. Hann møtir eisini javnan fólki á sínum konsertferðum, ið hava spæla á G! og minnast aftur á upplivilsið við stórari gleði, eitt nú Lisa Ekdahl og limirnir í Kashmir og Nephew.
- G! festivalurin skilir seg út í mun til teir stóru tónleikafestivalarnar, ið ofta hava lyndi til at líkjast. G! er ein lítil nissjufestivalur, ið vinnur upp á góða samanhaldið millum tónleikararnar og tætta tilknýtið til lokala umhvørvið. Man letur í stóran mun tónleikararnar passa seg sjálvar, og tilgongdin tiltalar nógv fólk innan bransjuna, ið kann vera rættiliga bæði hektisk og yvirflatisk, heldur Teitur, sum gleðir seg nógv at sleppa at framføra á føroyskum á Føroya feitasta festivali. Vit heilsa aftur, at vit gleða okkum sanniliga eisini!