Teitur gjørdi bestu fløguna

Stay Under The Stars varð kosin til besta føroyska tónleikaútgávan í 2006.

Nógvar góðar fløgur vórðu givnar út í Føroyum í fjør, og seks av teimum vóru tilnevndar til Planet-virðislønina sum besta fløga í 2006. Tær seks vóru útgávurnar hjá Gestum, Teiti, Týr, The Dreams og Makrel. Tað skiltist, at í hesi kappingini um hesa heiðursløn var sera tætt millum tey fremstu nøvnini.
Vinnarin gjørdist útgávan hjá Teiti Lassen. Teitur var ikki til staðar at taka ímóti virðislønini, men pápi hansara, Jógvan Páll Lassen, tók ímóti virðislønini. Vinnarin av planetini fyri bestu útgávu verður boðin at luttaka á AME tiltakinum, ið Norðurlandahúsið skipar fyri í apríl, so hetta gjørdi spenningin uppaftur størri. Tað er ikki greitt, um AME tiltakið passar inn ætlanirnar hjá Teiti, ið nærum altíð ferðast kring heimin á konsertferðum.