Teitur Lassen hevur givið avboð til stóru jólakonsertina hjá Danmarks Radio, sum verður upptikin hesa vikuna.
Á hvørjum ári hevur Danmarks Radio stóra jólakonsert, sum verður send nakað fyri jól. Í ár skuldi Teitur Lassen verða ein av sangarunum til hesa konsert, men tað verður av ongum.
Upptøkurnar til jólakonsertina verða gjørdar hesa vikuna, og Teitur hevur givið avboð. Danmarks Radio sigur, at Teitur er sjúkur, og tí ikki fær verið við til konsertina.
- Hetta er sera keðiligt, men sjúku eru vit ikki harri yvir. Og fyri konsertina er tað tíbetur ikki verri enn so, at vit hava ein sang minni, sigur Lene Sadolin, framleiðari av jólakonsertini hjá DR.
Konsertin verður send á DR1 fríggjakvøldið 16. desember.









