<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Funky Faroe Islands
Í fyrra kvøldið spældi Teitur í París, ígjár í London, fríggjakvøldið í Bordeux, og hann er júst heimkomin til Evropa eftir konsertferð í USA. Bæði seinastu og komandi mánaðirnir eru fullir av Teitur konsertum kring allan heim, millum annað stendur Vietnam á skránni. Men innast inni bukar hjarta hjá Teiti fyri Føroyum.
- Eg skrivi enn nógvar sangir á føroyskum, og tað havi eg altíð gjørt, so tí havi eg avgjørt, at fara at útgeva eina fløgu við føroyskum løgum, sum bert verður givin út í Føroyum, sigur Teitur. Hann er komin ásamt við plátufelagið TUTL, um at felagið stendur fyri upptøku og útgávukostnaðinum.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kristian Blak"$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$, ið er dagligur leiðari av TUTL, sigur at felagið gleðist um avtaluna við fremsta føroyska tónleikanavnið. <BR>Hann sigur orsøkin til, at Teitur velur at útgeva á TUTL ístaðin fyri sínum egna plátufelag Arlo & Betty, er tann, at hetta er ein fløga, ið verður gjørd bert til føroyska marknaðin.
- Tað er týdningarmikið at halda hetta atskilt frá altjóða profilinum hjá Teiti. Sjálvandi eru útlendskir fans vælkomnir at keypa fløguna, men hon verður bert útgivin í Føroyum, sigur Kristian Blak. Sum tó heldur, at tað kundi verið áhugavert at givið fløguna út í Íslandi eisini. Tí sangir á føroyskum eru rættliga vælumtóktur har, og TUTL hevur júst undirskrivað sáttmála við íslendskt plátufelag um útbreiðslu av TUTL fløgum í Íslandi.
Enn er einki avgjørt um hvar upptøkurnar verða gjørdar, men nakrar eru longu gjørdar á konsertferðunum ymsastaðni kring heimin. Tað verður fasti konsert ljóðmaðurin hjá Teiti, Jónas Bloch Danielsen, ið fer at standa fyri upptøkum og ljóðblandi. Bólkurin, ið spælir við Teiti á fløguni er sami bólkur, sum hann ferðast við á altjóða konsertferðunum, og sami bólkur sum spælir á nýggjastu fløguni.
- Eg havi arbeitt við hesum øgiliga leingi, greiður Teitur frá.
- Eg gav Sólin og Regnið út, beint áðrenn eg skuldi í gongd við at gera Poetry and Aeroplanes. Á Sólin og Regnið eru løg, sum eru skrivaði innan fyri nakrar fáar vikur og spæld inn. Alt projektið var skundað í gjøgnum, og eg gjørdi hana mest sum á einum beini. Eg kundi hugsa mær, at gjørt tað ordiligt hesaferð, sigur Teitur.
Hetta merkir millum annað, at Teitur ætlar at promovera fløguna við at fara á eina stóra konsertferð í Føroyum, har Teitur og bólkurin spæla í hvørjum króki. Tað er einki at taka feil av, Teitur ljóðar sera eldhugaður um verkætlanina, ið føroyingar kunnu byrja at gleða seg til.