Teitur hevur seinnu árini verið fastur gestur á pallinum á G!Festivalinum, og aftur í ár verður føroyski trubadururin at hoyra á Gøtusandi Teitur, ið er í holt við at pakka niður í London, nú hann flytir til Stokkhólm at búgva, viðgongur gjarna, at hann er G!-viðhaldsmaður.
- G! er ein fantastiskur festivalur, og tað er ein stór fragd fyri meg at kunna fylgja við í, hvussu festivalurin mennist ár eftir ár. Eg gleði meg altíð at koma á G! og fáa ein temunn og pannukøkur frá gøtufólki. Tað er ordiliga feitt, at tey eru so við upp á tað, og millum annað lata tónleikararnar hús teirra at búgv í. Tað skapar ein serligan stemning, ið tú ikki upplivir aðrastaðni. Tað er nakað serføroyskt yvir tí. Kanska er størsta aktivið hjá G!, at festivalurin liggur í Syðrugøtu, ið er so ómetaliga hugnalig og vøkur bygd, sigur Teitur úr London.
Teitur hevur upplivað flest allar útgávunar av G!, síðan festivalurin sá dagsins ljós í 2002. Tey fyrstu árini var hann vanligur gestur, meðan hann framførdi í 2005 og 2006.
- Fyrsta árið, ið G! festivalurin varð fyriskipaður, stimaðu vit inn í Kalbaksbátinum hjá okkum, fyri at hoyra MC Hár. Tá vit høvdu lagt bátin, undraðu vit okkum eitt sindur yvir, at eingin stóð og kravdi inn, so vit sluppu ókeypis á festival, greiðir Teitur læandi frá. Tað kemur tó eitt, ná, var tað tí, frá honum, tá ið hann frættir, at tunga innkrevjingar byrðan hetta árið lá á ungu herðunum hjá brøðrunum Jákupsson úr Gestum, Ólavi og Tórfinni. Teir eru jú ikki beinleiðis úr tí tilfari, inkasso-fólk eru gjørd av.