G! Festival boðar frá, at Teitur verður at hoyra á festivalinum í summar.
-Vit eru sera glað fyri at eitt av okkara mest týðandi tónlistarfólkum yvirhøvur, Teitur, kemur at framføra á G! í ár, skrivar festivalurin i tíðindaskrivi.
Teitur hevur júst innspælt eina nýggja útgávu undir heitinum STORY MUSIC, sum verður at hoyra í September.
Til konsertina á G! fer Teitur at framføra nýggjar útsetingar av kendum Teiturløgum saman við einum bólki, ið er settur saman til júst hesa ekslusivu framførsluna.
Teitur legst afturat eini skrá, sum higartil telur m.a. donsku Nephew, svensku Alina Devecerski, bretsku King Midas Sound, íslendska Ásgeir Trausti, føroysku Eivør, Marius Ziska, Benjamin, Hamferð, Byrta og mong onnur.
G! Festival verður hildin í Götu dagarnar 18., 19. og 20. juli.