TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Teit Joensen, hjálparvenjara hjá EB/Streymi, aftaná 0-8 stórtapið hjá EB/Streymi á heimavølli.
Teitur ásannar, at hansara menn fór fullkomuliga í svart teir seinastu 10 minuttirnar, tá NSÍ fekk heili seks mál. Hann heldur tó, at avrikið teir fyrstu 75 minuttirnar av dystinum var í lagi. Teitur trýr fult og fast uppá, at liðið fer at reisast aftur, og fer at sigra á FC Suðuroy suðuri í Vági komandi sunnudag.