Teitur funnin og róstur á alnetinum

Teitur Lassen er framvegis á ferð frameftir á leiðini móti tónatindunum úti í heimi. Nú hevur donsk tónleikaheimasíða givið honum heitið ?Det færøske fund?

Tað gongur væl hjá Teiti Lassen á leiðini mót altjóða tónatindunum.

Nú hevur ein donsk tónleikaheimasíða eina konsertupptøku við Teiti at bjóða teim vitjandi. Og síðan nevnur Teit Lassen fyri ?Det færøske fund?. Og við hetta verður helst sipa til, at her er nakað nýtt og øðrvísi.

Tað er síðan www.mic.dk, ið hevur rósandi orð um Teit Lassen, sum verður sagdur at hava egnan stíl og sannførandi tekstir. Síðan bjóðar eina upptøku við Teiti frá spælistaðnum Rust.

Ikki hoyrt um tað
Teitur Lassen sigur seg ikki beinleiðis vita nakað um hesa síðuna, ella at hann er at finna har.

Teitur roknar tó við, at hetta hevur samband við, at hann einaferð varð spurdur av Konsertnet, um teir kundu taka eina konsert hjá honum upp til teirra heimasíðu, ið nevnist www.konsertnet.dk.

- Hetta hevur helst samband við tað. Helst eru konsertnet og Mic tað sama, metir Teitur Lassen í stuttari viðmerking til tíðindini um, at hann er funnin og róstur á danskari heimasíðu.