TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt stutt prát, sum Rás2 gjørdi við Teit Joensen, hondbóltsspælara og hondbóltsviðmerkjara.
Teitur Joensen staðfestir, at tað verður ein risastór uppgáva, tá føroyska U21 landsliðið spælir ímóti Týsklandi klokkan 18 í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria. Hann heldur tó, at dysturin skal spælast skilagott, og týdningarmikið er, at fleiri fáa møguleikan á vøllinum, so liðið er betri fyri til komandi uppgávurnar, ikki minst dystin ímóti Ungarn í annaðkvøld klokkan 18.
Tróndur Arge sigur frá dystinum millum Føroyar og Týskland. Upptaktin byrjar klokkan 17.30.