Teitur fløgan er ein konseptútgáva

Sambært ummælaranum í Sosialinum verður nýggja føroyska útgávan hjá Teiti ein sonevnd konseptfløga, ið snýr seg um útiseta, ið flytur heimaftur.

Umframt at spæla løg av teimm báðum ensku útgávunum, spældi Teitur trý løg av Káta Horninum á konsertini í Íslandi leygarkvøldið.

Fróði Løksagarð skrivar soleiðis: ?Sæð við føroyskum eygum, so vóru tey trý løgini av komandi føroysku útgávuni ?Káta Hornið? tey mest forvitnisligu. Talan er um eina sonevnda konsepútgávu, har sangirnir samanlagt siga eina søgu. Sambært Teiti, er søgan um ein ungan mann, sum flytur heimaftur til Føroyar, eftir at hava búð uttanlands. Teitur spældi trý løg av nýggju útgávuni. Heitislagið, Káta hornið og løgini Tokspor og Tú ert ein eingil. Nýggju løgini vóru góð, uttan tó at vera líka fangandi, sum nøkur av ensku løgunum hjá honum. Neyðugt er hjá lurtaranum at venja seg við at hoyra Teit á føroyskum aftur.

Framførðslan hjá Teiti var væl eydnað. Kanska átti hann at spælt fleiri av eldri løgunum, men tá Káta Hornið, eisini verður givin út í Íslandi, so var hetta ein gyltur møguleiki, at læta íslendingar hoyra nøkur av nýggju løgunum.?