Teitur á ferð í USA

Teitur Lassen skal komandi vikurnar hava framførslur í New York, Los Angeles og øðrum býum í USA.

 

Leygardagin hevur Teitur sína fyrstu framførslu á konsertferðini, sum hann nú fer á í USA. Fyrsta konsertin verður í høvuðsstaðnum Washington D.C.

 

Síðani gongur leiðin til býir sum New York, Nashville, Chicago, Austin og Los Angeles.

 

Seinasta framførslan á konsertferðini í USA verður í Mountain View í Kalifornia tann 15. september.