Teitur M. Gestsson hevur longt sáttmálan við HB. Hann manglar bara at spæla sjey dystir í at røkka Andrew av Fløtum, sum hevur metið í HB við 390 dystum.
- Teitur, sum er ein av okkara mest royndu spælarum, hevur undirskrivað við nýggjan sáttmála. Sostatt fer hann undir sítt 14. kappingarár á besta liðnum komandi ár. Teitur spældi sín fyrsta dyst fyri HB í 2011. Síðani tá er tað blivið til 383 dystir á besta liðnum, og nú bendir nógv á, at dystarmetið hjá Andrew av Fløtum á 390 dystir verður tikið komandi kappingarár, skrivar HB.fo.
Fyrsti dysturin var á útivølli ímóti Malmø í Champions League. Tá var Teitur M. Gestsson bara 18 ára gamal og spældi sum ein brandur. Bæði í Malmø og í Gundadali vikuna eftir. Síðani hevur hann verið málverji hjá HB.
##med2##
Mynd: (HB.fo)
Teitur M. Gestsson hevur eisini vunnið sær fast pláss á landsliðnum og hevur eitt tíðarskeið verið fyrstaval, men hevur givið avboð til komandi landsdystirnar. Høvðuspersónurin hevur ongar viðmerkingar til avboðið, men Håkan Ericson, landsliðsvenjari, sigur at tað er ein felags avgerð.
HB bleiv nummar trý í ár og vann Løgmanssteypið. Enn er ikki greitt hvør verður venjari í felagnum, ella hvussu hópurin kemur at síggja út.












