Í samband við nýggju útgávuna “I Want to be Kind” fer Teitur at hava konsertir kring landið. Fyrsta konsertin á konsertferðini verður fríggjadagin.
Tað eru 11 ár eru síðani, at Teitur seinast var á konsertferð á klettunum í samband við føroysku útgávuna “Káta hornið”, og hetta er fyrstu ferð, at Teitur spælir á støðum so sum Maggie’s, Bygdarhúsinum í Kunoy, Tøting, Listastovuni í Miðvági og Blábarr, umframt størru konsertirnar í Løkshøll og Salt.
“I Want to be Kind” hevur fyrr í ár verið framførd á útseldum konsertferðum í USA, Týsklandi og Danmark. Teitur hevur júst verið á konsertferð í USA, sum endaði í síðstu viku.
Her fer hann at spæla á konsertferðini í Føroyum:
Oct 4. Blábarr, Tórshavn
Oct. 5 Maggie’s, Nólsoy
Oct. 6 Tøting, Syðrugøta
Oct. 11 Mikkeller, Tórshavn
Oct 12 Bygdarhúsið, Kunoy
Oct. 13 Listastovan, Miðvágur
Nov. 9 Salt, Drelnes
Nov. 10 Løkshøll, Runavík