Teitur fekk nýggjar vinir í Roskilde

Føroyski sangarin stríddist ein harðan dyst við ógvusligar rocktónar á Roskilde Festivalinum um vikuskiftið

Teitur Lassen var um vikuskiftið við á Roskilde Festivalinum, sum er tann størsti tónleikafestivalurin í Danmark. Veðrið var ikki av tí besta, og tí endaði festivalurin sum størsta runudíki í Norðurlondum, men tað nervaði ikki tey mongu túsund fólkini, sum høvdu leitað sær til tiltakið.
Roskilde Festivalurin var aftur í ár útseldur, hóast ummælarar vóru eitt sindur misnøgdir við, at tað manglaðu nøkur stór og spennandi nøvn.
Tað var tó ein øgrynna av tónleiki at fara til, og Teitur Lassen var ein av teimum, sum var á pallinum. Hann spældi í einum telti nærindis stóra pallinum, og meðan føroyski tónleikarin sang sínar vøkru og stilu sangir, buldraði rockbólkurin Slipknot á stóra pallinum, og tað órógvaði framførsluna hjá Teiti nakað.

Upp og niður
Almenna festivalavvísin í Roskilde skrivar, at Teitur var ein djarvur maður, tá ið hann tveitti seg út í stríðið við Slipknot. Teltið var á tremur við fólki, og Teitur, sum hevði latið seg í eina troyggju við áskriftini »Bevar Christiania« lat seg ikki nerva av rockinum í grannalagnum.
? Det kunne have været en scene fra Nordatlanten. Teiturs blide skumsprøjt mod Slipknots massive klippevæg. Denne aften blev der vendt op og ned på fysikkens love, og med smukke versioner af ?Sleeping With the Lights on? og ?Poetry and Aeroplanes? leverede Teitur en koncert, der var hans flotte debutalbum værdig, skrivar ummælarin fyri Roskilde-blaðið, sum tó helt, at Teitur av og á var eitt sindur monotonur.
Men tað forðaði ikki fyri, at Teitur við sínari framførslu fekk nógvar nýggjar vinir, skrivar ummælarin.
Teitur skal í august mánaði verða við á Listastevnuni í Føroyum, og tað verður einastu ferð, at føroyingar fáa høvi at hoyra hann í ár.