Teitur farin til Argentina at taka fløgu upp

Føroyski sangarin gongur nýggjar leiðir

Teitur Lassen arbeiðir uppá nýggja fløguútgávu, og hann er farin ta longu leið til Argentina at taka hana upp.

- Tað er eitt sindur svakt. Hetta er eitt hugskot, eg havi havt, síðan eg síðst var í Argentina, sigur hann í videobroti.

Teitur var í Suðuramerika fyri trimum árum síðani, har hann spældi fleiri konsertir. Tí hevur hann nøkur vinfólk har um leiðir, sum hava hjálpt honum at fáa hetta í lag í argentinska høvuðsstaðnum Buenos Aires - studioið eitur Mawi Road Studio.

- Eg taki fleiri sangir við mær, men eg veit ikki, hvussu teir koma at ljóða og hvat fyri fløgu eg fari at gera. Vit mugu bara fáa at síggja, sigur Teitur.

Føroyski sangarin hevur lagt videobrot av ferðini úr Føroyum til Argentina út á netið, og her ber eisini til at hoyra, meðan hann spælir ein nýggjan sang.

##med2##