Teitur fær nærri boð í morgin

HB málverjin fór út við skaða í dystinum móti KÍ í dag. Tað er ikki greitt enn, hvussu álvarsamur skaðin er.

Tað kom ein skelkur yvir HB skýlið 10 minuttir undan leikloki, tá málverjin Teitur M. Gestsson, noyddist at verða útskiftur við einum skaða.

 

Støðan hendi eftir eitt innlegg, tá tveir KÍ leikarar lupu upp saman við Teitur, har Teitur var ímillum og la eftir á.

 

Tað er ikki greitt enn hvussu álvarsamur skaðin kann verða, men málverjin vónar tað besta.

 

-      Tað er ivasamt, hvussu álvarsamur skaðin er. Um eg havi forstrekt eitt liðband í økslini, so er stórur møguleiki fyri at tað skjótt verður gott aftur.

 

-      Men um talan er um eitt liðband, sum er slitna í økslini, so er skaðin munandi meira álvarsamur. Alt bendir tó á, at eg havi forstrekt eitt liðband í økslini. 

 

Teitur Matras Gestsson fær nærri boð um skaðan í morgin, tá HB málverjin skal í røntguna. 

 

Tað ljóðar tó at HB hevur víst áhuga fyri eykamálverjanum hjá AB, Heðin Stenberg, um Teitur ikki verður førur fyri at spæla fríggjakvøldið. Ein annar møguleiki kundi verið eykamálverjin hjá B36, Trygvi Askham, men av tí at liðini møtast innanhýsis, kemur hann ikki uppá tal.