Teitur fær fýra stjørnur fyri Story Music

Gaffa gevur Teiti fýra stjørnur av seks møguligum.

Kenda danska tónleikablaðið Gaffa ger nógv burtur úr Teiti, nú hann aftur er frammi við nýggjari útgávu.

 

Gaffa hevur fyrr skrivað nógv um Teit, og fylgir yvirhøvur væl við honum.

 

Gaffa.dk hevur vitjað Teit heima á Velbastað og blaðið ummælir eisini nýggju útgávuna og hevur grein um vitjanina.

 

Aftur til ummælið: Sagt verður m.a. um Story Music, at hóast útgávan er innspæld á gamlari ísfabrikk, so er útgávan á ongan hátt køld. Heldur hálovar ummælarin breiddini, ið tónleikaliga fevnir heilt frá tí minimalistiska, til stóru tónleikalandsløgini, har mong ljóðføri eru í nýtslu.

 

Teitur fær í Gaffa.dk 4 stjørnur av 6 møguligum fyri Story Music, ið kom út mánadagin 16. september 2013.