Danska tónleikatíðarritið Gaffa hevur rósandi orð at bera Teiti, eftir konsert á Train í Aarhus mikudagin.
Teitur og hansara fólk fáa 5 av 6 møguligum stjørnum frá Gaffa.
Og spart verður ikki uppá rósandi orðini.
...En fornøjelse var det, sigur ummælarin millum annað. Og endað verður við, at konsertin var undirhaldandi og væl spæld á allar mátar.
Les ummælið her: http://gaffa.dk/anmeldelse/81139
Enn eru nakrar konsertir eftir á ferðini hjá Teiti í Danmark.
Teitur spælur í Kulturmaskinen, stóra salinum, í Odensen í kvøld, í Vega í Keypmannahavn leygardagin og í Klaverfrabrikken í Hillerød tann 25. februar.










