Teitur í Føroyum við donskum sjónvarpsliði

Fimm ferðandi eru í løtuni í Føroyum og ferðast við Teiti Lassen og einum sjónvarpsliði hjá DR2. Ferðaliðið koyrir í einum lítlum bláum bussi kring landið, og Teitur ger sjálvur av, hvagar leiðin gongur.

Danska sjónvarpsstøðin DR2 hevur í løtuni eina øðrvísi ferðasending á skránni, ið kallast DR2 Tours. Í hvørjari sending hava fimm ferðandi fingið møguleikan at fara á eina ferð í fimm dagar saman við einum kendum dana sum ferðaleiðara. Føroyski Teitur er ein av ferðaleiðarunum, og er bussurin í hesum døgum saman við Teiti og øðrum í Føroyum á vitjan.
 
Tá ferðafólkini keyptu ferðina, vistu tey ikki, hvagar leiðin gekk. Tí á ferðini avger ferðaleiðarin, Teitur, hvat tey skulu uppliva. Bussurin kom til Føroya týsdagin, í dag er ferðaliðið farið ein túr við Norðlýsinum, í kvøld setur Teitur kósina móti Sandoynni, síðan til Klaksvíkar og at enda til Havnar.
 
Teitur er tann síðsti av ferðaleiðarunum. Umframt Teit hava eitt nú Souvenirs, Jens Folmer Jepsen, Farshad Kholghi og Nikolaj Kirk higartil verið ferðaleiðarar.
 Ferðirnar eru at síggja leygardag á DR2.