Teitur í føroyskum einglaljóði

Teitur Lassen hevði í gjárkvøldið konsert í í stóra Konsertsalinum hjá Danmarks Radio, og tíðarritið Gaffa gevur Teiti gott ummæli fyri framførsluna. Ummælarin heldur, at Teitur við sínum eyðmjúka og inniliga stíli megnaði væl at fylla salin, og tað var líkavið, at honum ikki nýttist ein bólk afturat sær. Gaffa heldur, at tað hoyrdist á bólkinum, at talan fyri stóran part var um nýggjar sangir, og bólkurin tí ikki hevði spælt tilfarið áður á konsertum.

- Við sannførandi rødd og góðum gittarspæli kundi Teitur havt klárað seg uttan fylgispæl frá bólkinum, og tað hevði kanska eisini veirð betri, sigur ummælarin hjá Gaffa.

Blaðið heldur, at løtan, tá ið eitt føroyskt gentukór kom á pallin at syngja saman við Teiti, var stór.

- Tá blivu armsveiggini hjá Teitur stór, og røddin hjá honum var umgyrd av einglaljóði, skrivar Gaffa.

Blaðið gevur Teiti fýra av seks stjørnum fyri framførsluna í gjárkvøldið.