Bæði Ekstrabladet og tónleikaheimasíðan Gaffa.dk geva Teiti fýra stjørnur fyri framførsluna á Roskilde Festivalinum í dag. Vanliga verður Orange Scene opnað við einum braki, men hetta er ikki beinleiðis nakað, ið Teitur Lassen, ið fekk heiðurin at opna pallin, er kendur fyri.
Orsakað av hesum, undrast báðir ummælararnir, hví Teitur fekk hendan heiðurin, og teir eru samdir um, at Teitur hevði verið betri egnaður at framført í einum tjaldi enn fyri opnum himni.
Hetta er tó tað einasta, teir seta fingurin á. Ummælarin frá Gaffa rósar Teiti fyri vakra sangin, góða hýrin, hann megnaði at skapa, og eisini var hann sera væl nøgdur við lagið ?The Singer?, ið varð framført sum a capella.
Ummælarin frá Ekstrabladet helt somuleiðis onki neiligt vera við framførsluni hjá Teiti. Hann heldur, at Teitur gav eina óvanliga góða framførslu, ið hevði elvt til gásahold, um hon fór fram í einum minni tjaldi.