Teitur er nógv bestur í Danmark í dag

Toppen af Poppen hevur givið Teiti Lassen vind í seglini. "Poetry & Aeroplanes" liggur nummar 1 í Danmark beint nú, og tríggjar aðrar útgávur eru eisini á topplistanum

Tað loysti seg hjá Teiti Lassen at luttaka í donsku tónleikasendingini "Toppen af Poppen". Umframt at hava fingið eitt gott upplivilsi hevur hann fingið sera nógva positiva umrøðu í Danmark seinastu tíðina.

Hetta sæst aftur á sølulistanum hjá iTunes í Danmark, har Teitur hevur otað seg fram á eitt fyrstapláss. Eyðkenda og fólkakæra útgávan "Poetry & Aeroplanes" liggur nummar eitt á "Album"-listanum - beint framman fyri diskaran Trentemøller og spælimannin Kim Larsen, sála.

Og hetta er ikki tað einasta. "Toppen af Poppen synger Teitur", sum er samlingin av øllum tulkingunum av Teiti, liggur nummar 9. Fløgan "The Singer" frá 2008 liggur nummar 12, og "I Want to be Kind" liggur nummar 14. Tað vil siga, at Teitur er í løtuni umboðaður í heili fýra av 14 teimum best umtóktu fløgunum í Danmark í løtuni.

At Teitur er blivin so mikið populerur seinasta døgnið er orsakað av hansara framúrskarandi framførslum í "Toppen af Poppen" seinastu 7 vikurnar. Og í gjárkvøldið var seinasti partur, har hinir tónleikararnir tulkaðu Teit, og tá fingu danskir hyggjarar í túsundatali at hoyra løgini hjá Teiti. Á viðmerkingum á Facebook sæst, at fleiri skriva, at tey ikki kendu hann áðrenn hesa sendingina. Men tað gera tey nú - og hetta er ivaleyst orsøkin til stóru og knappligu framgongdina. 

##med2##