Teitur er flogvit

- Eg haldi ikki, at eg eri so nógv øðrvísi enn onnur, men eg merki væl, at eg ofta fati tingini skjótari enn tey flestu, sigur Teitur Vágadal, limur í Mensa

- Eg haldi ikki, at eg eri so nógv øðrvísi enn onnur, men eg merki væl, at eg ofta fati tingini skjótari enn tey flestu, sigur Teitur Vágadal.

 

 

Hann er 33 ára gamal og hevur seinasta árið verið limur í Mensa, sum er ein felagsskapur fyri fólk, ið hava eitt hægri IQ en flest onnur.

 

 

Í seinnapartssendingini í Rás2 hósdagin greiddi Teitur Vágadal frá, hvussu tað er at vera flogvit.

 

 

- Onkuntíð haldi eg, at kjakstøðið er rættiliga lágt, tá eg lesi viðmerkingar til greinar á netinum og eisini á Facebook. Tað er líkasum, at kjakið kemur ikki víðari og á eitt hægri støði. Fert tú inn á kjaksíðuna hjá Mensa, har einans Mensa-limir hava atgongd, er kjakið á einum heilt øðrum og hægri støði, sigur Teitur Vágadal, ið sigur seg einans hava upplivað fyrimunir við at vera flogvit.

 

 

- Eg fati alt rættiliga skjótt og dugi ofta at síggja ein samanhang í tingunum beinanvegin, sigur Teitur Vágadal.

 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr reportasjuna frá Rás2 vitjanini hjá Teiti Vágadal.