Sum tað varð roknað við, verður tað Teitur Matras Gestsson, ið fer at verja føroyska málið ímóti Spania íkvøld.
Teitur er skrásettur fyri tríggjar landsdystir. Talan hevur í øllum førunum verið um venjingardystir.
Tann fyrsti var á venjingarlegu í Marbella í Spania í mars 2016, tá ið Føroyar vunnu 3-2 ímóti Liktinstein. Tá avloysti Teitur Matras Gestsson longu í fimtanda minutti Gunnar Nielsen, ið fór skaddur av vøllinum.
Hinir báðir dystirnir vóru í mars 2018, tá ið Føroyar vóru á venjingarlegu í Marbella. Í 1-1 javnleikinum ímóti Lettlandi var Teitur málverji í fyrra hálvleiki. Eftir steðgin loysti Trygvi Askham hann av. Í 3-0 sigrinum imóti Liktinstein vardi Teitur málið alla tíðina á tamb.
Í kvøld fer Teitur Matras Gestsson at verja føroyska málið fyri fyrstu ferð í HM/EM undankappingardysti.
Fýra aðrir hava vart føroyska málið í undankappingardystum. Teir eru Jens Martin Knudsen, Kaj Leo Johannesen, Jákup Mikkelsen og so René Tórgarð. René vardi málið í tveimum dystum í september 2011. Tann fyrri var, tá ið Italia 2. september vann 1-0, og hin seinni var 6. september, tá ið Føroyar taptu 3-1 í Beograd í Serbia.
Síðani í september 2011 hava Føroyar spælt 32 EM og HM undankappingardystir og seks dystir í UEFA Nations League, og í øllum hevur Gunnar Nielsen vart føroyska málið.
Nú er Gunnar Nielsen skaddur, og í kvøld verður tað 26 ára gamli HB málverjin, Teitur Matras Gestsson, sum fer at verja føroyska málið ímóti sponsku heimsstjørnunum.