Sunnudagin stríddust skálamenn við Margáir í grannauppgerð ímóti EB/Streymi. Heimaliðið vann 1-0, og harvið bíðar Skála framvegis eftir ársins fyrsta sigri.
Hjá gestunum kom tað sera illa við, at Teitur R. Joensen átta minuttir eftir steðgin noyddist av vøllinum. 33 ára gamli veteranurin er álitið í miðverjuni.
Tað var eftir samanbrest við mótstøðuleikara, at Teitur ikki megnaði at halda fram.
Eftir dystin endaði hann á landssjúkrahúsinum, har hann varð innlagdur:
-Kanska sleppi eg heim í dag, men tað verður eingin fótbóltur næstu vikurnar. Eftir nærdyst við mótstøðumann datt hann niður á bringuna hjá mær. Eg misti luftina og kendi nógva pínu. Tað var ikki hugsningur um at halda fram at spæla, so eg varð skiftur út. Eftir dystin koyrdu vit suður á landssjúkrahúsið, har røntgenmyndir vístu, at lunga var punkterað. Møguliga er eisini talan um, at riv eru brákað ella brotin, greiðir Teitur R. Joensen frá.
Síðani sunnukvøldið hevur hann verið á landssjúkrahúsinum. Møguleiki er fyri, at hann verður útskrivaður ídag.
Tað snýr seg fyrst og fremst um førleikan hjá Teiti, men tað er dyggur smeitur hjá skálamonnum, at liðspælarin og felagsmaðurin fram um teir flestu ikki er førur fyri at spæla. Hann er ein tann royndasti spælarin á liðnum og hevur altíð umboðað barndómsfelagið, síðani hann í 2003 fyri fyrstu ferð var á besta liðnum. Skála flutti niður í 1. deild og seinni í 2. deild og so uppaftur, og Teitur Reinert Joensen helt fram í barndómsfelagnum.