##med2##
HB vann í kvøld sjeynda sigurin á rað í Betrideildini, tá teir á útivølli í Sarpugerði í Norðragøtu vunnu 3-1 á Víkingi.
HB var á odda 1-0 í steðginum, men í fyrra hálvleiki kundu teir havt eina enn størri leiðslu. Víkingur var væl betri við í seinna hálvleiki, men heimaliðið tók heldur ikki av tá teir vóru leikliga omaná.
Víkingur - HB 1-3 (0-1)
0-1: Pætur J. Petersen (20.)
0-2: Hilmar Leon Jakobsen (79.)
1-2: Sølvi Vatnhamar br. (81.)
1-3: Mikkel Dahl (85.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum fýra málunum, ið komu í dystinum millum Víking og HB.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein sera fegnan HB-málverja, Teit Matras Gestsson. Teitur viðgongur, at tað stóð á gomlum nøglum tá Víkingur minkaði um munin til 1-2, tí tá var vandi fyri, at ein kundi fara í panikk, og tí var tað ein risastórur lætti at fáa triðja málið: - Hetta var ein fantastiskur sigur, og ein týðandi sigur, sigur Teitur.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein.











