Teitur: Eg veit ikki um eg spæli í morgin

FM1: Teitur M. Gestsson er glaður fyri møguleikan móti Danmark, men hann veit ikki um hann fær afturval

##med2##

 

Samrøða við Teit M. Gestsson (trýst á pílin imanfyri)

 

Tað er ein sannur tvídystur um plássið millum stengurnar á føroyska landsliðnum í løtuni. Heldur óvæntað fekk liðskiparin hjá HB, Teitur M. Gestsson, møguleikan frá byrjan móti Danmark. Klaksvíkingurin í HB tók av álvara av møguleikanum.

 

- Eg veit einki enn. Vit skulu út at venja nú, og so fáa vit tað nokk at vita seinni í dag. Fái eg møguleikan, so geri eg mítt besta, sigur Teitur M. Gestsson við FM1, tá landsliðið fór at venja í regninum á Tórsvølli.

 

Teitur M. Gestsson er fegin um, at hann fekk møguleikan í málinum til dystin móti Danmark.

 

- Eg var ikki nervøsur, men eg var spentur, tí hetta er kanska størsti dysturin, ið tú kanst spæla sum føroyskur landsliðsspælari. Tá mást bara gera títt besta, tí tú kanst ikki gera so nógv meir. Tú fær nógv rós, tá tað gongur væl, men tú fær eisini nógvan kritikk, tá tað gongur illa. Eg royni bara at halda beinini á jørðini, sigur málverjin, ið hevur fingið góð frá fyrrverandi liðskiparanum á landsliðnum, Atla Gregersen.

 

- Eg møtti millum annað Atla Gregersen, sum er ein gamal revur í spælinum, og hann segði at vit skulu minst til, at tað er nú tað telur. Tað er hesin dysturin, sum kemur at avgera hvussu hesin túrurin hevur verið. Tað er nú vit skulu vinna, sigur Teitur M. Gestsson um dystin móti Moldova.

 

Dysturin verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik.

 

##med3##