HB kann í annaðkvøld taka eitt stórt stig móti FM, tá NSÍ kemur á vitjan á Tórsvølli. Stóra ivamálið er landsliðsmálverjin, Teitur M. Gestsson. Hann fekk ein skaða, tá HB vann 3-2 á Argjum leygardagin og mátti lata seg skifta út.
- Eg fekk eitt strekk í baklærið í einari støðu ímóti AB og visti ikki hvussu alvorligt tað var. Eg vóni at spæla mikudagin, sigur Teitur M. Gestsson í stuttari viðmekring til In.fo.
HB verður uttan Hera H. Mohr, sum hevur trupulleikar við fótinum, meðan Samuel J. Chukwudi hevur leibann, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort á Argjum. NSÍ kemur við nýggja venjaranum, Allan K. Jepsen, sum í farnu viku gjørdi sáttmála.
##ms##