Teitur eftirlýsir spælistað

?Heðin Mortensen borgarstjóri: Hví spæla okkara bestu bólkar ikki í Havn hvørt vikuskifti undir skipaðum viðurskiftum?? spyr Føroya fremsta tónleikanavn Teitur Lassen í kronikki í kvøld. Tað er Dimmalætting, ið prentar kronikkin, ið royndi føroyski tónleikarin hevur skrivað. Teitur vísir á hvussu stóran leiklut tónleikur spælir í okkara gerandisdegi. Men finnist hvassliga, at teimum umstøðunum, ið føroyskur tónleikur fær. Hann vísir á, at føroyskur tónleikur hevur vunnið nógvan pening til ítróttarfeløg og dansistøð. Meðan viðurskiftini í hallardansunum eru so ring, at seriøsir skapandi tónleikarar áttu at nokta at luttikið á teimum.

 

?Eitt spælistað í Havn. Tað hevði verið tað besta, sum kundi hent fyri tónleikin í Føroyum, har ið hann er komin til nú. Eitt lítið høli við skeinkiloyvi, sum ljóðar nøkulunda, har hugnaligt er, við plássi fyri einum 100 áhoyrarum.?, skrivar Teitur, og vísir á, at tað ikki eru tónleikarar, ið eiga at gera eitt tílíkt stað, tí teir eru tónleikarar og ikki fyriskiparar.

 

Sambært Teiti eru tað einans Norðurlandahúsið og G!Festivalurin, ið liva upp til krøvini sum dygdargóðir fyriskiparar á besta altjóða støði