Teitur droymir um at bjarga landsliðnum

Føroyski U21 landsliðsmálverjin vónar at kunna bjarga øllum, sum verður skotið eftir honum í dag.

Tað verður Teitur Matras Gestsson, sum skal verja føroyska málið í kvøld. Hann er fegin um at fáa møguleikan í málinum, nú Kristian Joensen er við A-landsliðnum, meðan HB málverjin er á U21 landsliðnum.

 

Hoyr samrøðuna við Teit M. Gestsson við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Teitur sigur, at hann mangan er róligur dagin undan dysti, men at hann sjálvandi hevur ímynda sær nakar dystarstøður. Hann leggur afturat, at talan sjálvandi er um góðar støður har hann bjargar skotum frá týskum spælarunum.

 

Málverjin leggur afturat, at hóast mótstøðan er møtumikil, so er vónin um stig og eitt gott úrslit ikki káma burtur í einki.

 

U21 landsdysturin millum Føroyar og Týskland verður á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.