Tað hevur rætturin í Odense gjørt av í morgun.
Hann er dømur 2 ár 6 mánaðir í fongsul og skal gjalda kvinnuni 100.000 krónur í endurgjaldi.
Dómarin og tveir dómsmenn løgdu dent á, at talan var um eina kontaktneyðtøku av einum alment kendum persóni, sum átti at verið eini fyrimynd.
Teitur Skoubo kærdi dómin á staðnum.
Ákærin krævdi varðhaldsfongsling av Teiti Skoubo. Og hann er nú varðhaldsfongslaður, tí dómurin er meira enn tvey ár.
Teitur Skoubo er millum annað kendur sum vinnari av realitysendingini »Paradise Hotel« í 2019 og hevur umleið 138.000 fylgjarar á Instagram.
/ritzau/