Nýggja danska kirkjusangbókin er nú komin.
Vert er at leggja til merkis heitið, tí hetta er ikki sálmabók, men sangbók.
Tó leggur bókin afturat sálmabókini, og fyrsti sangurin í bókini er nummar 792.
Føroyski Teitur er ein teirra, ið eigur tilfar í bókini, og harvið er hann komin í bólk við eittnú Lars Lilholt, Sys Bjerre og Anne Linnet.
Onuur, ið kunnu nevnast, eru Nordahl Grieg, Bob Dylan og Paul Simon.