Teitur á bretska marknaðin

Í sambandi við, at Teitur hevur sett sær fyri at gera vart við seg á bretska tónleikamarknaðinum komandi ár, skipaðu Sendistova Føroya til London og A&G Records í kvøld fyri eini væl vitjaðari show case, har Teitur fekk høvi at spæla nakrar av sínum perlum framman fyri týdningarmiklum umboðum fyri tónleikaídnaðin og tónleikafjølmiðlum Hópin av samrøðum vórðu gjørdar við føroyska úrmælingin. Nevnast kann, at millum tey, sum vórðu til staðar vóru umboð fyri kendu tónleikastøðina hjá BBC, Radio 2 og tónleikastøðini XFM.

 

Í 2009 er ætlanin hjá Teiti at geva tvær fløgur út í Stórabretlandi ígjøgnum tónleikaraútgevarafelagið A&G Records. Sambært A&G Records kemur ein eitt sindur broytt útgáva av fløguni ?The Singer? og ein uppsamlingsfløga við best dámdu sangunum hjá Teiti.

 

Hóast Teitur fyri stuttum hevði fastan bústað í London í seks ár, og hansara umboðsmaður er Londonbúgvi, so hevur Teitur ongantíð givið fløgu út í Stóra Bretlandi. Heldur hevur hann lagt seg eftir at troyta aðrar marknaðir inntil nú.