Teitur á TED

Teitur Lassen verður ein av talarunum á ársins Ted Talks, 19. mars 2015.

Teitur Lassen boðaði í gjár frá, umvegis sína heimasíðu, at hann verður ein av talarunum á ársins TED-ráðstevnu í Vancouver, Kanada. Teitur skal á pallin 19. mars. Evnið, ið hann er biðin at umrøða, er "Eldhugi og avleiðing."

 

TED, ið stendur fyri Technology, Entertainment, Design, er ein árlig ráðstevna, ið verður hildin í Vancouver í Canada. Slagorðið er Hugskot, verd at spreiða. Ymiskir talarar, frá ymiskum vinnum og samfelagsløgum, vera bodnir at halda ein stuttan fyrilestur á stevnuni. Fleiri av fyrilestrunum verða síðani lagdur ókeypis út á alnetið hjá fólki at síggja.

 

Evnini á fyrilestrunum eru ikki longur einans um tøkni, undirhald og sniðgeving, men fevna nú um mong vísindalig, mentanarlig, og akademisk evni.

 

Millum hinar talararnar í ár verða Monica Lewinsky, sum í dag er samfelagsaktivistur, Kevin Rudd, fyrrverandi forseti í Australia og Alan Eustace, ein av leiðarunum í Google.