Teitur á konsertferð í Evropa

Nú Teitur hevur givið fløguna Story Music út, fer hann nú á konsertferð í Danmark, Týsklandi og í Onglandi.

Lagt verður til brots í Ciften í Rødovre í annaðkvøld og fríggjakvøldið spælir hann víðagitna Glassalinum í tivoli í Keypmannahavn.

Síðani heldur hann fram í fleiri øðrum donskum býum hesa næstu tíðina, áðrenn hann hevur nakrar konsertir í Týsklandi, og á skránni, sum nú fyriliggur, er eisini ein konsert í London

Nýggja fløgan hjá Teiti hevur fingið framúr góð ummæli og Tivoli lokkar við, at ummælarar hava samanborið hann bæði við Neil Young og Geroge Harrison.

Mynd: Eydbii myndir