Teitur hevur verið í upptøkuhølunum og nýggjur tónleikur er kláru,r og okkurt er longu at hoyra á netinum. Fytsta staklagið , Rock And Roll Band, er t.d. at hoyra á netinum; www.teitur.com
Og Teitur fer í næstum á ferð við bólki, og tað eru landavegirnir í Danmark, Týsklandi og Onglandi, ið liggja fyri framman.
Tann 19. september spælir Teitur í Viften í Rødovre, tann 20. sptember í Glassalinum í Tivoli, Keypmannahavn. Tann 24. september spælir Teitur í Fermaten í Herning, og tann 25. september í Skraen í Aalborg.
Train í Århus er á skránni 26. september og Sønderborghus í Sønderborg tann 27. september. Posten í Odense er á skránni 28. september og det bruunske Pakkhus 29. september.
So verður tað Týskland, ið sleppur at uppliva føroyska sangaran við bólki- Tann 25. oktober er Indra í Hamburg á skránni, tann 26. oktober Privatclub í Berlin, og 27. oktober Ampere, Munchen.
Og tann 4. november verður Teitur á palli í London, í St. Pancras Old Church.